Kramm sum er eitt nýtt felag, leggur seg eftir at veita bestu tænastu innan vindeygu, hurðar og HVS.
Jóhann á Mýrini søluráðgevi veit at siga at starvsfólki handan Kramm eru dugnalig fólk við fleiri ára royndum á bakið.
“Vit settu okkum fyri at brúka rættliga langa tíð uppá at kannað hvørjir veitarir vóru teir bestu, og vit meta at vit hava rakt seymin á høvdið, serliga hava vit tikið atlit til tey føroysku viðuskiftini, og at tað skal verða fjøllbroytt í úrvælið, vit hava verið ígongd eina løtu nú, og vit síggja absolutt tørvin.” – Jóhan á Mýrini.
Helgi Kristiansen stjórnar felagið, Jóhan á Mýrini sum ráðgevi og Elian Hansen sum HVS
Vit eru altíð tilreiðar at møta okkara viðskiftafólkið við einum óbindandi tilboði, og vit taka hvørja uppgávu sum eina spennandi avbjóðing.