Hurðar

At velja hurðar til húsini er ein týdningarmykil avgerð

Úthurðin skal geva tær eina góða kenslu, tá tú kemur heim. Tú ynskir sjálvandi tað sniðið, ið passar best við tínum húsum. Tú kanst fáa hurð við ella uttan rútar., og sjálvandi eisini við ella uttan síðustykki. Í Føroyum eru vit noydd at hugsa serliga væl um dygd og haldføri. Alt hetta hevur KRAMM hugsað um. Í samráð við okkara veitarar, geva vit tykkum ta bestu loysnina til okkara skiftandi og krevjandi veðurlag.

Vit geva fegin góð ráð, men avgerðin er sjálvandi tín – vit eru altíð tilreiðar at geva eitt óbindandi tilboð.

Vindunor úthurðar

Vindunor er ein familjufyritøka sum bleiv sett á stovn í 1976.

Vindunor leggur stóran dent á, at hava ein grønan umhvørvispolitik, og kann meira lesast um teirra umhvørvispolitik her

Vindunor bjóða úthurðar úr træ og træ/Aluminium

H-fasader hurðar

H-fasader A/S bleiv stovnað í 1989, men hevur røtur innan glas og byggivinnuna, og kann virksemi teirra sporast heilt aftur til 1933. Umframt aluminium fasadur, bjóða teir eisini H-vinduet+, sum eru viðlíkahaldsfríð og umhvørvisvinarlig hágóðsku vindeygu og hurðar úr PVC.

H-fasader bjóða úthurðar, altanhurðar og dragihurðar úr PVC, umframt vindeygu.

Fjerdingstad Hurðar

Góðska og siðvenja eru kjarnuvirðini hjá Norsku Fjerdingstad. H-vindeyga er hornasteinurin í framleiðslu teirra, men teirra vøruúrval er breitt, har teir veita altanhurðar, dragihurðar og foldihurðar í sera góðari góðsku, bæði sum træ ella træ/aluminium.

Klassikt ella nýmótans?

Byrja við at hyggja eftir heimi tínum, tað fortelur tær hvør tørvurin er. Hvørt tað skal verða klassiskt ella minimalistiskt, so klára vit at veita loysnina.

Hvat við viðlíkahaldi?

Hygg inneftir – So fær tú svarið uppá spurningin. Vi hava øll ætlanir um leypandi viðlíkahald. Heldur tað? ja. kanska. Óansæð, so hava vit tær perfektu hurðarnar til tín

Hvør farva passar til?

Verið trúgv móti húsið og stílið tykkara. Óansæð um tað skal verða ein markant og serlig farva ella ein av meira siðbundnu farvunum. møguleikarnar eru nógvir.

Hevur tú serlig ynskir?

Ikki øll vita tað, men tú kann broyta ymiskt við hurðum tínum. Sólglas, ljóðdoyvandi glas, neyðopningar – ella kanska eitt flott talgilt prent?

Um tú ivast

Tað er ein stór avgerð – Vit eru her fyri at hjálpa. Hevur tú tørv á ráðgeving, so eru vit altíð tøkir at hjálpa tær.

Ring á Tlf 626 000

Hurða rætningur

Hurðar kunna venda 4 ymiskar vegir, og er umráðandi at hon vendir rætt áðrenn bílagt verður.

Tak tær tíð at umhugsa hvør rætningur virkar best heima hjá tær, og upplýs rætt, tá tú sigur hvønn veg hon skal ganga.

Myndin høgrumegin vísir møguleikarnar og heitini á hurðarætningum