Static Slide

Svens góðska til góðar prísir

ELITFONSTER

Static Slide

Svens góðska til góðar prísir

ELITFONSTER

previous arrow
next arrow

Gluggin

Eitt vindeyga er meira enn bert eitt vindeyga – tað er gluggin inn í heimið, eins og gluggin til lívið uttanfyri heimið.

Hjá Kramm leggja vit stóran dent á skynsemi við okkara kundatænastu, og vit seta tørvin hjá kundanum í hægstu røð.

Vit hava alskyns møguleikar innan vindeygu, og vit hava brúkt ovurlanga tíð uppá at finna teir bestu veitarnar innan vindeygu í norðurlondum. Vit hava sett serliga strangar treytir til góðsku fyri at tryggja, at okkara úrvæl hóskar seg væl til føroysk viðurskiftir. 

Rákið sigur okkum, at serloysnir gerast fleiri, og vit hava serkøn starvsfólk , ið hava vitanina og hegnið til at veita ta bestu loysnina, til tann besta prísin. 

Vit vilja fegin bjóða okkara viðskiftafólki at seta seg í samband við okkum ella at støkka inn á gólvið.

Elitfönster
Síðani 1924 hevur Elitfönster frammleit vindeygu í Svøríki, og í dag virka teir um alt landið.
Teir leggja dent á, óansæð hvar tú býrt, ella hvat tínar treytir ella tíni viðurskifti eru, so er altíð eitt Elit-vindeyga til tín.

Elitfönster Original Alu
Klassisk svensk sjarma við høgari góðsku, og klødd við aluminium á uttari síðu

Elitfönster Original træ
Massivt træ í klassiskum stíli. Eitt nútímas vindeyga, og eitt gott boð til tann, ið dámar nátúrligt træ. Tað er væl bjálvað og lætt at viðlíkahalda. 

Elitfönster Vision
Stílfull vindeygu við stórum smølum vindeygarammum.  Uttaná er klætt við slitsterkum aluminium, ið økir um lívialdurin, og ger tað nærum viðlíkahaldsfrítt.
Elite-vindeyga familjan hevur 3løg, við avbera góðari bjálving, og er orkumerkt U-virði á 0.9 sum er standard, men fáast eisini í 0.8

Elitfönster MF Duo
Einkul trævindeygu í siðvandum stíli, lætt viðlíkahld, 2-lag isolering, og einum einkultum byggihátti. Vælegnað til tann, ið ynskir nútímans vindeygu, við tí gamla sniðinum. U-virðið er 1.5

Elitfönster Retro
Lætt viðlíkhald, væl bjálvað 3-lagsvindeyga, ið ber brá av tí gamla, við hongslum úr gomlum stíli er lætt at føla seg nostalgiskan. Vindeyguni eru síðuhongd og hevur U-virðið á 1.2 men fáast eisni á 0.9 – varðveit kensluna frá gomlum tíðum.

Elitfönster Harmoni 2+1
Aluminiumsklødd innvendug vindeygu og terassuhurðar, føst ramm og  góð góðska –  nógvir møguleikar fyri serloysnum av øllum slagi.
Harmoni ECO Plus er svanamerkt.

Elitfönster Harmoni 3-glas
Eins og Harmoni 2+1, hevur tú alskyns møguleikar innan serloysnir sostatt at kundin fært júst tað, honum tørvar.
Glaskombinatións møguleikarnir hjá Harmoni 3-glas eru 2+1 ella 3.
Hesi vindeygu eru vælegnað til krevandi umstøður, ið hava serlig krøv innan ljóð, eld og onnur trygdarviðurskifti.
Harmoni 2 er eisini svanamerkt.

Elitfönster Flexibel
Ert tú í iva um, hvat tað er tú ynskir tær, ella eru mátini heilt serlig? ella kanska hugsar tú um okkurt triðja? 
Elitfonster Flexibel eru serloysnir, ið tillaga vindeygu, terassuhurðar og skjótihurðar til tørvin hjá kundanum – eingin uppgáva er ov stór.