H-Fasader

Úthurðar, Altanhurðar & Dragihurðar úr PVC

PVC Hurðatypur frá H-Fasader

Úthurð – Softline 82

Softline 82 er ein PVC úthurð við einum 82mm tjúkkum karmi frá Veka, sum er styrktur innan við galvaniseraðum stáli.

Hurðin fæst við fylling, glasið ella einari samanseting av báðum. Sprossar kunna setast í hurðina.

Veljast kann millum eina høga karmgátt, ella eina lága aluminium gátt

MD útgávan av hurðini hevur 3 pakningar sitandi í karminum, sum gevur serstakliga góða bjálving.

Altanhurð – H-90

PVC altanhurðar okkara verða framleiddar í einum 90mm djúpum karmi, sum verður styrktur við galvaniseraðum stáli innan.

Altanhurðin hevur 3-punkts læsing og hurðabremsu sum gevur trinleysa læsing, tá hurðin er opin.

Hurðin verður levera við 65MM karmgátt, sum tryggjar góðan tættleika.

Hurðin fæst við glasið, fylling ella eini samamseting av fylling og glas.

Dragihurð – Gealan 9000 S

Dragihurðar eru perfekta loysnin til tey, sum ynskja at opna fyri og víðka um búvíddina út á terrassuna, fáa so nógv glas sum gjørligt og gott útsýni.

Hurðin er einføld og løtt at handfara, eisini um eindin er stór.

Tá hurðin er læst, hvílir hurðablaði á karminum, fyri at tryggja góðan tættleika.

  • Einføld og løtt at handfara
  • Góðan og sterkan karm sum klárar stórar glaseindir
  • Góð bjalvingarevni
  • Viðlíkahaldsvinarlig
  • long livitíð

Íblastur frá H-fasader